Bátsformenn: Ein keðilig støða

Bátsformenn: Ein keðilig støða
Tað verður tómligt á vágni, tá tíggjumannaførini rógva kapp á norðoyastevnu um vikuskiftið, tí bert Ormurin Langi og Havnarbáturin eru mannaðir
04.06.2020 - 14:45

Bert tvey tíggjumannafør eru mannaði í ár.

Royndir rógvarar frá Knørri og øðrum feløgum manna Ormin Langa, meðan Havnarbáturin er mannaður við ungum, óroyndum rógvarum.

Bátsformenninir báðir, Henningur-Einar Juul og Hákun Poulsen, harmast um, at ikki fleiri feløg hava megnað at manna síni tíggjumannafør.

 - Tað er sjálvandi ein keðilig støða at koma í, sigur Henningur-Einar Juul, og Hákun Poulsen tekur undir við honum.

 - Bert ein bátur at kappast ímóti, tað er nokkso óseriøst, haldi eg, sigur bátsformaðurin á Havnarbátinum. 

Noyddir at taka ábyrgd

Hákun Poulsen heldur, at tað átti ikki at ligið á teimum at seta seg við árarnar á flaggskipinum hjá Havnar Róðrarfelag longu nú, og ætlanin var eisini at manna eitt seksmannafar.

 - Eg hugsaði, at 'tað er ikki upp til okkum, at mann tíggjumannafar', men einki hendi, og vit tóku tað bara á okkum, sigur hann.

Ormurin Langi hevur fingið skotið í skógvarnar, at báturin hevur tikið teir bestu rógvararnar úr øðrum feløgum, men tað er eingin umbering fyri hini, heldur Henningur-Einar Juul.

 - Eg vildi heldur sæð tað sum eina góða motivatión til at tikið dystin upp ímóti okkum og víst okkum, hvar skápið skal standa. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964