Ferðavinna og fiskavirki 300 fólk í serskipan

Ferðavinna og fiskavirki 300 fólk í serskipan
Ferðavinnan og fiskavirkini á landi hava 300 fólk í part av teimum tilsamans 1400 fólkunum, sum enn eru í serligu koronaskipanini hjá ALS
30.06.2020 - 19:34

Enn eru 1.400 fólk í serskipanini hjá ALS, sum upprunaliga skuldi halda uppat í dag, men er longd til 31. august.

Størsta vinnan í serskipanini er ferðavinnan, sum fevnir um gistingarhús, matstovur, ferðaskrivstovur, flutningsfyritøkur og líknandi. Her er talið av heimsendum 287 fólk, svarandi til umleið 20 prosent.

Ein onnur eins stór vinnugrein er fiskavirkir av ymsum slag. Her eru 281 fólk í skipanini eisini svarandi til umleið 20 prosent.

40 prosent av teimum í serskipanini eru býtt út á 32 ymiskar vinnugreinar, eitt nú søla av bilum, aðrar handilsligar tænastur, byggivirki, tænastuveitingar og so framvegis.

Sambært tølunum frá ALS eru 20 prosent av teimum í serskipanini úr vinnugreinum, sum ikki eru upplýstar.

Í miðal eru fólk stívliga tríggjar fjorðingstíð í serskipanini og ein fjorðingstíð til arbeiðis. 

Frá í morgin til 31. august rindar landskassin rokningina og ALS umsitur serskipanina. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691