Onga heimild at kanna útlendsk skip

Onga heimild at kanna útlendsk skip
Myndugleikarnir í Føroyum hava ikki heimild at fara umborð á útlendsk skip, ið liggja við føroyska kei.
31.07.2020 - 19:55

Útlendsk skip, sum liggja við føroyska kei, eru ikki at rokna sum føroyskt økið, og tí hava føroyskir myndugleikar onga heimild umborð.

Tað, sum myndugleikarnir kunnu gera, er at nokta manningum at koma í land.

Skal løgreglan hava fleiri heimildir á hesum øki, er tað ein politiskur spurningur, sigur Michael Boolsen, sum er fúti og formaður í farsóttarnevndini.

Tað liggja í løtuni trý útlendsk skip við kei í Runavík.

Tvey eru russisk, og eitt er skrásett í Bahamas, men siglur undir navninum Baltic Pearl.

Sambært havnaskrivstovuni er keiøkið Í Runavík avbyrgt og portrið er stongt. Bæði skipararnir og agenturin hjá skipunum í Føroyum hava fingið at vita, at eingin skal í land.

Í Kollafirði eru eisini trý útlendsk skip - eitt grønlendskt og tvey norsk skip.  

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585