Korona aftur í Føroyum

Korona aftur í Føroyum
Bæði fútin og løgmaður siga, at vit kunnu fara til arbeiðis sum vant í morgin, men teir heita á fólk um at virða tilmælini um reinføri og frástøðu.
04.08.2020 - 20:04

Hetta er fyrstu tilburðirnir av koronasmittu, har persónar eru smittaðir innanlands í Føroyum, síðan 18. apríl.

Síðan 18. apríl eru fleiri tilburðir staðfestir, men allir tilburðirnir eru komnir aðrastaðni frá enn í Føroyum. Millum annað eru fleiri tilburðir staðfestir í seinastuni umborð á útlendskum skipum, sum hava ligið við bryggju í Føroyum.

Við báðum tilburðunum, sum nú eru staðfestir, er talið av smittaðum komið uppá 35. 33 av teimum eru teir útlendsku sjómennirnir.

Myndugleikarnir hava í dag smittuuppsporað og ringt til fólk og heitt á tey um at fara í sóttarhald.

Klokkan 18.00 í kvøld var talið av teimum, sum eru í sóttarhaldi, farið upp um 60. Av teimum hava 8 samband við útlendsku sjómennirnar.

Sjónvarpið prátaði við bæði Michael Boolsen, fúta, og Bárð á Steig Nielsen, løgmann, í tíðindasendingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887