Ein bóltvinnari við kanti komin á landsliðið

Ein bóltvinnari við kanti komin á landsliðið
20 ára gamli Magnus Holm Jacobsen úr B36, sum er við á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð, lýsir seg sjálvan sum ein bóltvinnara við kanti.
02.11.2020 - 17:01

24 kend nøvn vóru á listanum hjá landsliðsvenjaranum, tá hann úttøk landsliðið til dystirnar móti Litava, Lettlandi og Malta. Men har var eisini eitt spildurnýtt navn í A-landsliðshøpi. 

20 ára gamli Magnus Holm Jacobsen úr B36 er úttikin á landsliðið fyri fyrstu ferð. 

Magnus Holm Jacobsen, ið spælir á verjukenda miðvøllinum, hevur eyðsýndar eginleikar, sum kunnu nýtast á landsliðnum, heldur venjarin. 

- Eg bleiv nokk so kløkkur, tá eg fekk tað at vita, viðgongur 20 ára gamli Magnus Holm Jacobsen úr B36, sum er úttikin til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. 

Ungi B36-leikarin kennir tó sínar egnu dygdir, og er klárur til avbjóðingina at spæla á A-landsliðnum. 

- Eg eri eri ein ordiligur bóltvinnari, so havi eg eisini góðan hugburð og kant, leggur hann afturat. 

Og Magnus Holm Jacobsen er eisini greiður yvir, hví hann er tikin út til landsliðið. 

- Eg spældi væl í evropeisku dystinum hjá B36, og tað vænti eg er orsøkin til, at eg eri úttikin, sigur Magnus Holm Jacobsen, sum ætlar at bíta seg fastan á A-landsliðnum. 

 

Tríggir dystir á skránni

Føroyar skulu spæla tríggjar dystir næstu vikurnar - allir á útivølli. Fyrst er tað ein vinardystur móti Litava 11. november, og síðani Nations League-dystirnir móti Lettlandi 14. og Malta 17. november. 

Størsta avbjóðingin hjá landsliðsvenjaranum er, at báðir sentralu miðvallararnir, Hallur Hanson og Brandur Hendriksson Olsen, eru leikbannaðir til dystin móti Lettlandi. 

Tískil er tað ikki óhugsandi, at nýggi maðurin á A-landsliðnum kann fáa møguleikan. 

Håkan Ericson kann tó fegnast um, at málverjin Gunnar Nielsen aftur er tøkur eftir at íslendsku korona-reglurnar hava forðað honum í at spælt á landsliðnum. 

 

 

A-landsliðið móti Litava, Lettlandi og Malta:

Málverjar:
Gunnar Nielsen (FH) 
Teitur Matras Gestsson (HB)
Tórður Thomsen (NSÍ)

Verjuleikarar:
Jóannes Kalsø Danielsen (KÍ)
Gilli Rólantsson Sørensen (Brann Bergen)
Viljormur Davidsen (Vejle BK)
Ári Mohr Jónsson (Sandnes ULF)
Rógvi Baldvinsson (Bryne)
Heðin Hansen (HB)
Sonni Ragnar Nattestad (B36)
Heini Vatnsdal (KÍ)
Odmar Færø (KÍ)

Miðvallarar:
Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Meinhard Egilsson Olsen (GAIS)
Kaj Leo í Bartalstovu (Valur)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)
Gunnar Vatnhamar (Víkingur)
Brandur Hendriksson Olsen (Helsingborg)
Hallur Hansson (AC Horsens)
Dan í Soylu (HB)
Magnus Holm Jacobsen (B36)

Áleyparar:
Klæmint Andrasson Olsen (NSÍ)
Andreas Lava Olsen (Víkingur)
Patrik Johannesen (KÍ)
Jóan Símun Edmundsson (Arminia Bielefeld) 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652