Skála skal vinna á vónbrotinum

Skála skal vinna á vónbrotinum
23.11.2020 - 18:26

Skála-venjarin dýkir á sínar menn, hóast vit skriva november, hægstu tindarnir eru hvítir, og allar fótbóltskappingarnar vanliga eiga at vera avgreiddar fyri langari tíð síðani. 

Men óvanliga árið, vit uppliva, hevur gjørt, at Skála er komið í eina óvanlig støðu, tí samstundis sum Skála skal koma seg yvir vónbrotið av at flyta niður úr bestu deildini, so skulu leikararnir eisini fyrireika seg til fjórðingsfinaluna í steypakappingini móti NSÍ. 

Venjarin viðgongur eisini, at tað er ein serlig støða, sum Skála leikararnir eru endað í.  

 

Vónbrot at flyta niður

Niðurflytingin var eitt stórt vónbrot, staðfestir Ingi Hansen, formaður, sum nú fyrireikar Skála til eitt ár í næstbestu deildini. 

Liðið á vestara armi á Skálafjørðinum dróg í síðsta leikumfarinum Svarta Per, tá liðið tapi móti TB í Trongisvági og endaði aftanst í bestu deildini, og tískil noyðist ta tungu leið niður í 1. deild. 

Hóast Skála er flutt niður, og liðið hevur skaðar at dargast við, so eru vónirnar til fjórðingsfinaluna móti NSÍ góðar. 



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887