SAMANDRÁTTUR: KÍ vann uppiborið

SAMANDRÁTTUR: KÍ vann uppiborið
Føroyameistarin KÍ lat ongan iva vera um, hvat er sterkasta kvinnulið í landinum, tá liðið vann steypið og greipuna í 3-0 sigri á NSÍ
23.11.2020 - 18:33

NSÍ byrjaði væl, og mundið lagt seg á odda beinavegin, tá eitt hornaspark snildisliga varð spælt til Margunn Lindholm á brotsteigamarkinum, men Óluva Allansdóttir Joensen í KÍ-málinum bjargaði sera væl skotinum. 

Men so tók KÍ yvir og trýsti NSÍ, og tað er ikki heilt av leið at siga, at KÍ var oman á restina av dystinum. 

Besti kvinnuligi føroyski fótbóltsspælarin gjøgnum tíðirnar, Rannvá Andreasen, byrjaði inni, og hon var í grundini munurin á liðunum. 

 

Rannvá var munurin

Alt tað góða spælið, og vandamikla støðurnar, komu frá føtrunum hjá Rannvá Andreasen, sum enn eru fimar, hóast hon er vorðin 40.

Og tað var eisini Rannvá Andreasen, ið legði KÍ á odda í 24. minutti við einum langskoti úr høgru síðu. 

KÍ hevði sett sterka liðskiparan Sannu Svarvadal at ansa eftir best leikaranum hjá NSÍ, liðskiparan Heidi Sevdal, og tað riggaði. Hvørjaferð Heidi nærkaðist KÍ-brotsteiginum, so var sterki verjukendi miðvallarin har og steðgaði henni. 

KÍ avgjørdi

Í byrjanini á seinna hálvleiki trýsti NSÍ, fyri at fáa útjavnandi málið, og tær vóru eisini nærvið, tá besti leikarin hjá NSÍ, Monika Samuelsen, stútaði bóltin beint oman fyri KÍ-málið.

Men so hendi tað, sum ofta hendir, tá annað liðið jaktar eitt mál. Í 68. minutti fór KÍ í mótálop eftir eitt NSÍ horna, og so rann ein av bestu KÍ-leikarunum í finaluni, Hervør Olsen, frá NSÍ-verjuni og hamraði bóltin framvið NSÍ-málverjanum.

NSÍ hevði ikki meir enn sett spælið í gongd aftur, tá KÍ skorar triðja og avgerandi málið, sum eisini var ta vakrasta málið í finaluni. KÍ-kvinnurnar broderaðu seg gjøgnum NSÍ-liðið. Sanna Svarvadal fær bóltin frá verjuni og spælir hann til Rannvá Andreasen, sum við einari ómetaliga hegnisligar fyrstuferðssending finnur Evy á Lakjuni. Hon stríkur av støð í høgra borði og laggur bóltin fyri føturnar á Hervør Olsen, sum sneiður NSÍ-málverjan av, áðrenn hon leggur bóltin fyri føturnar á Victoriu á Lakjuni, sum bara skal seta innaru síðu á bóltin. Uttan iva eitt tað besta málið, ið er skorað í føroyskum fótbólti í ár.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628