Býarmynd í Havn tikin niður

Býarmynd í Havn tikin niður
Kioskin Náttarravnurin, sum í nógv ár hevur staðið í miðbýnum í Havn og millum annað selt brennandi kærleika, er nú tikin niður.
27.11.2020 - 16:43

"Brennandi kærleiki fæst her," stóð á skeltinum í glugganum, og nógv eru tey, ið hava staðið og etið brennandi kærleika uttan fyri Náttarravnin í Havn á veg heim úr býnum. 

Men í dag bleiv hendan býarmynd so tikin niður, so nýggja Steinatún-torgið kann gerast liðugt. 

Sjúrður P. Andreassen hevur sent okkum video og mynd av hendingini. 

Sí eisini: Kioskin hjá náttarravnunum takast niður.

Mynd: Sjúrður P. Andreassen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652