Vilja taka 17.000 um árið í tænastugjøldum

Vilja taka 17.000 um árið í tænastugjøldum
Kommunur vilja hava heimild at taka tænastugjald fyri frítíðarhús. Men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur korta nei
01.06.2021 - 20:07

Kommunufelagið sigur seg hava gjørt semju við landsstýrið, um at fáa heimild til at krevja tænastugjald frá fólkum, sum eiga hús í kommununi, men ikki búgva har. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sigur, at málið er umrøtt á fundi millum Kommunufelagið og Landsstýrið uttan, at nøkur niðurstøða er gjørd. Landsstýrismaðurin ætlar sær avgjørt ikki at geva kommunum hesa heimildina.

Borgarstjórin í Sunda Kommunu vil annars sleppa at krevja eitt árligt tænastugjald uppá 17 túsund krónu frá fólki, sum eiga frítíðarhús í kommununi. Fyrrverandi borgarstjórin er ímóti og kallar hetta fyri ognarskatt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851