VIDEO: Blómur lagdar við stjórnarbygningarnar

VIDEO: Blómur lagdar við stjórnarbygningarnar
Í dag minnast norðmenn tey 77, ið vórðu dripin í yvirgangsatsóknini 22. juli 2011. Her verða blómur lagdar við stjórnarbygningarnar í Oslo, skamt frá har bumban brast
22.07.2021 - 11:03

Minningarhaldið í Noregi, í samband við 10 ára dagin fyri yvirgangsatsóknina í Noregi 22. juli 2011, byrjaði við, at blómur vórðu lagdar stjórnarbygningarnar í Oslo. 

Tað var seinnapartin fríggjadagin tann 22. juli í 2011 beint fyri klokkan hálvgum fýra, at tann høgravíðgongdi Anders Behring Breivik fyrst sprongdi ein vørubil í luftina uttan fyri stjórnarbygningarnar í Olso. Skaðin var stórur. Átta fólk lótu lív á staðnum og 10 fólk vórðu innløgd á sjúkrahús álvarsliga løstað og 30 onnur fingu skaða.

Tveir tímar seinni var sami maður farin at skjóta frá hond á lítlu oynni Utøya, har ungmannafelagsskapurin hjá norska arbeiðaraflokkinum helt árligu summarleguna.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585