Vitan

Vitan: Sáðgóðskukanningar í Føroyum
15-10-2009
Sáðgóðskan hjá monnum í vesturheiminum er fallandi, hetta vísa kanningar sum er gjørdar í londunum rundan um okkum. Men hví fellur sáðgóðskan?

Okkurt bendir á, at fruktbærið og sáðgóðskan í Vesturheiminum er fallandi, og í dag verða 1 av 20 børnum í Danmark borin í heim eftir okkurt slag av ísáðing. Samstundis hava fleiri kanningar ávíst, at sáðgóðskan hjá monnum er fallandi. Onnur hava tó ikki verið før at ávísa hetta fallið, og tað eru eisini stórir munir millum lond í sáðgóðskuni.

Tær flestu kanningar eru tó gjørdar av infertilum monnum ella sáðdonorum, og at tulka sáðgóskuna hjá monnum sum heild í einum landi út frá hesum bólkum, er torført, tí eru kanningar settar í verk millum vanligar menn frá ymiskum evropeiskum londum og USA. Í hesum kanningum verður sáðgóðskan hjá monnum, hvørs konur eru við barn, samanborin.

Millum hesar menn var sáðgóðskan betur hjá finskum enn hjá donskum, enskum og fronskum monnum og somuleiðis betur í amerikanskum stórbýum enn í bygdunum. Sáðgóðskan hjá ungum herskyldigum í Skandinaviu og Baltalondunum er eisini samanborin. Tað vísti seg at vera ein eystur-vestur munur í sáðgóðskuni, soleiðis at menn frá Baltalondunum og Finnlandi høvdu eina betri sáðgóðsku enn menn úr Noreg, Svøríki og Danmark.

Tað áhugaverda í hesari minking av sáðgóðskuni er, at hon hongur saman við viðfødd brek í mannligu kynslutunum og við krabbamein í steinunum; fyribrigdi, sum bæði eru vaksandi. Eisini er sagt frá, at títtleikin av krabbameini í steinunum er størri vestanfyri enn eystanfyri í Norðanlondum, og títtleikin av tilburðum, har steinarnir ikki eru komnir niður hjá smádreingjum, eru 4 størri í Danmark enn í Finnlandi. Við tað at fyribrigdini vánalig sáðgóðska, ikki niðurkomnir steinar, vanskaptir kynslutir og krabbamein í steinum soleiðis eru tengd, hava granskarar skotið upp, at talan í veruleikanum er um somu grundsjúku, tað, sum teir rópa TDS, t.e. testicular dysgenesis syndrome.

Tað eru eisini fleiri kanningar, ið benda á, at lutfallið millum talið av føddum dreingja- og gentubørnum, kynsratio, er fallandi, soleiðis at tað verða færri dreingjabørn borin í heim í summum vestanlondum. Orsøkin til broytingar í mannligu nøringarlagnum er ókend, men tað hevur verið frammi, at útsetilsi fyri hormonbroytandi evnum í móðurlívinum kann vera ein viðvirkandi orsøk.

Evnabólkurin, sum vit rópa POP, ella Persistent Organic Pollutants, tað eru lívrunnin evni, sum niðurbrótast spakuliga í náttúruni, hava verið nýtt víða hvar í samfelagnum. Eitt nú til transformarar, skeri- og smyrjioljur, plastikk, litir og útílatingarevni til máling. Tey hópast upp í umhvørvinum og miðsavnast í føðiketuni.

Hesi evni hava í fleiri kanningum víst seg at vera hormon avlagandi, og at hava bæði anti-østrogenar og anti-androgenar ávirkanir. Kanningar hava ávíst høg virði av hesum evnum í blóðinum samstundis sum at sáðgóðskan var vánalig, og at hesi fólk fingu lutfalsliga færri dreingjabørn.

Føroyar eru í hesum sambandi ógvuliga áhugaverdar, tí fólk etur grind og spik, sum inniheldur rættiliga nógv av POP, serliga í spikinum. Fruktbærið, lutfallið millum nýfødd dreingja- og gentubørn, og sáðgóðskan hjá føroyingum er ongantíð kannað áður. Og hesar kanningar er nú farnar ígongd.

Ì sendingin eru tað Jónrit Halling og Pál Weihe ið greiða frá um kanningarnar.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Hví hvurvu norðbúgvarnir í Grønlandi? Tað er ein av størstu gátunum í søguni. Nýggj gransking kann kanska geva eina ábending um, hvat hendi.
16-11-2022
Sjálvt um alheimsupphitingin helt uppat í morgin, so hevði havið um allan knøttin hildið fram at hækka
15-09-2022
Tað var ógvuliga heitt í Evropa í summar. Áir tornaðu, skógareldar herjaðu, og fólk vóru um at ganga frá verðini. Orsøkin til ógvusliga hitan var jetstreymurin, sum klovnaði
13-09-2022
Tveir fyrilestrar um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
17-06-2022
Nýggja føroysk gransking vísir, at hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers.
16-05-2022
Søgn í Vágum sigur frá einum stórum vatni, sum lá tætt við Fjallavatn, sum hvarv.
15-02-2022
Arbeiðið at høvuðsumvæla Stokkastovuna í Tinganesi er farið í gongd
20-01-2022
Granskarara úr USA og Føroyum hava kannað DNA í legugrýtinum í Eiðisvatnið, og har sæst, at fyrstu seyðirnir komu har um ár 500.
16-12-2021
- Vit vita ikki, hvat hetta er fyri eitt signal, sigur David Kaplan, ið granskar løgna signalið úr rúmdini.
26-10-2021
Vit hava tikið tær fyrstu kjarnuroyndirnar og goymt tær í rovaranum, sigur Kathryn Stack frá NASA.
05-10-2021
Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, hevur staðfest, at átta víkingagravir eru funnar í Føroyum.
28-09-2021
Fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance lendi á Mars í februar. Hann er sendur til gongustjørnuna at kanna, um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
01-04-2021