Vitan

Vitan: Tvørprofessionelt samstarv
11-02-2010
Tvør proffesionelt samstarv millum fagbólkar. Johannes Miðskarð greiðir frá síni gransking.

Hvussu umgangast starvsbólkar hvønn annan? Hvussu samskifta og samstarva starvsbólkarnir? Og hvussu plasera teir seg í mun til aðrar starvsbólkar? Hetta eru spurningar, sum verða settir, nú krøvini eru, at ymsir fakbólkar skulu samarbeiða tvørfakliga, ella tvørproffessionelt.

Hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki, at ymiskir fakbólkar ikki samstarva, ella rættari sagt ikki duga at samstarva. Tað var ein hending í Onglandi í 1973 sum gjørdi, at fokus varð sett á hesi viðurskifti. Í 1973 doyði tann sjey ára gamla Maria Cowell. Andlát Mariu Colwell hevur verið umtalað og kannað gjølla síðani. Her er tann stutta søgan:

Maria Cowell búði hjá mostir síni í fimm ár, frá tí at hon var eitt til hon var seks ár. Mamma hennara var ikki før fyri at taka sær av Mariu, men hon trýsti á, at fáa hana heim til sín at búgva. Í fimm ár tók mostirin sær av Mariu, áðrenn hon varð loyvd aftur at búgva hjá mammu sína og stjúkpápanum; men hon var undir umsjón av barnaverndini.

Maria Cowell var seks ár og átta mánaðir, tá hon fór frá mostrini - hon doyði júst eitt ár seinni. Bæði grannar og lærarar høvdu ampa av, hvussu hon varð viðfarin heima við hús, og tí vóru ymsir sosialmyndugleikar javnan á vitjan har. Hóast tað, so varð hon bukað til deyðis av stjúkpápanum, og hon var sera tunn og rak av misrøkt, tá hon doyði.

Ein kanning varð sett í verk, fyri at fáa greiðu á, hvat var hent, og frágreiðingin um deyða hennara varð kunngjørd í 1974. Kanningin kom til tað úrslit, at ymsir stovnar innan sakkunnleikan ikki høvdu samarbeitt og roynt at tikið sær av Mariu og vart hana.

Jóhannes Miðskarð granskar í samstarvi millum ymsar starvsbólkar. Hetta granskingararbeiðið verður gjørt í Onglandi og í Danmark. Hann kallar tað fyri tvørproffessionelt samstarv, og við hann fari eg at tosa um evni.

Jóhannes granskar í Onglandi og í Danmark. Stórur munur er á, hvussu tvørproffessionelt samstarv verður framt í verki í hesum báðum londunum, og munurin er serliga tann, at í Onglandi eru barnatænasturnar á einum nógv lægri støði enn í Danmark.

Í Danmark eru tey farin undir stórar sparingar á økinum, og av somu orsøk hevur hetta borið við sær størri samstarv tvørtur um fakbólkarnar. Í Onglandi verður gjørt beint tað øvugta. Har hevur stjórnin nú økt játtanina til hesi øki, og hevur lagt stóra áherðslu á tvørfakligt samstarv.

Í Danmark hava teir sett ein sosialráðgevara í starv í skúlunum. Hetta er skipað soleiðis, at hvør skúlasosialráðgevari arbeiðir í tveimum skúlum - tveir dagar í hvørjum - og fimta dagin eru teir í sosialu fyrisitingini í kommununi.

Uppgávan hjá teimun er at fyribyrgja trupulleikar av ymiskum slag og verða lærarunum til hjálpar, tá ið teir skulu boða sosialu myndugleikunum frá einum máli.

Eitt annað model, ið eisini verður roynt í Danmark, eru heildarskúlar. Her eru skúlin og frítíðarskúlin samskipaðir í sama skúla, og næmingurin fær allar sínar máltíðir í skúlanum. Hetta er ein skipan í oftani verður roynd í útvaldum økjum í Keypamannahavn við næmingum, ið eru sosialt illani fyri. Í hesi skipan eru nógvir starvsbólkar inni í myndini, og rákið er, at henda skúlaskipa við heildagsskúlum fer at vinda meira og meira upp á seg.

Í Onglandi er tað rættiliga nógv øðrvísi. Har hava tey eitt aðalráð, ið hevur við øll viðurskifti hjá børnum, familju og skúla at gera. Øll aðalráðini, ið áður tóku sær av børnum, familjum og skúla eru løgd saman. Alt er tí savnað á sama stað, og øll tilboð eru samskipað. Tí eru í Onglandi nógvir starvsbólkar savnaðir saman undir sama taki og skulu samstarva.

Hetta sigur lógin um fráboðanarskyldu:

§ 14. Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera, og sum í hesum sambandi fáa kunnleika til viðurskifti, sum krevja, at komið verður uppí eftir hesi lóg, hava skyldu til navngivin at boða barnaverndartænastuni frá hesum. Fráboðanarskyldan sambært hesum stykki verður sett fram um ásetingarnar í øðrum lógum um tagnarskyldu í viðkomandi yrkjum.

Stk. 2. Tann, ið fær kunnleika til, at foreldur ella annar uppalari t.d. misrøkir, meinslar, misnýtir ella handfer barn soleiðis, at álvarsamur vandi er fyri tess sálarligu ella likamligu heilsu ella búning, hevur skyldu at boða avvarðandi barnaverndartænastu frá hesum. Fráboðarin kann vera ónavngivin. Hetta er galdandi fyri øll vaksin fólk í Føroyum.

Tagnarskylda og fráboðanarmannagongdir eru sera umráðandi. Foreldur, skúli og myndugleikar skulu verða samd, um tiltak viðvíkjandi einum barni eigur at verða sett í verk,. Einstaklingamál kunnu tey bara taka upp við loyvi frá foreldrunum.

Vilja foreldrini ikki samstarva, má skúlin royna sítt, frítíðarskúlin sítt, løgreglan sítt og so framvegis. Tó hava allir starvsbólkar skyldu at boða frá, um tey síggja vanrøkt. Tagnarskylda ger seg galdandi, tá ið starvsbólkarnir skulu samskifta sínámillum; ikki innanhýsis í einum starvsbólki, tí er tað trupult at handfara tílhandfara tagnarskylduna millum ymsu starvsbólkarnar.

Í Onglandi sleppa tey undan hesum, tí og við, at alt er lagt saman í eitt aðalráð; tá er tagnaðarskyldan ikki forðandi fyri, at starvsbólkarnir kunnu samskifta um ávís mál. Hinvegin, so kann tað hugsast, at hetta hevði verið ein vansi í Føroyum, tí landið er so lítið og vandin fyri, at ymiskt lekur út, er sostatt størri, tá ið viðkvom mál, sum krevja tagnarskyldu ferðast millum ymsu starvsbólkarnar.

Hinvegin, um forða verður fyri hesum, kann tagnarskylda millum starvsbólkar gera tað, at onki verður gjørt, tí starvsbólkarnir ikki kunnu lata øðrum starvsbólkum upplýsingar, og taparin verður barnið.

Hetta sigur lógin um tagnarskyldu millum fyrisitingarmynduleikar:

§ 27. Upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum, herundir upplýsingar um ættarslag, trúgv, og húðalit, um politisk, felagsskaplig, kynslig og revsiverd viðurskifti eins og upplýsingar um heilsuviðurskifti, stórar almannatrupulleikar og misnýtsla av njótingarevnum og líknandi, er ikki loyvt at lata øðrum fyrisitingarmyndugleika.

Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu upplýsingar kunnu tó latast víðari til annan fyrisitingarmyndugleika tá

1.\t1. Hann, sum upplýsingin viðvíkur, hevur givið samtykki,
2.\t2. Tað fylgir av lóg ella ásetingum við heimild í lóg, at upplýsingin skal latast víðari.
3.\t3. Upplýsingin verður latin víðari fyri at røkja privat ella almenn áhugamál, sum greitt fara fram um fyrilitið fyri teimum áhugamálum, ið geva grund fyri dyljan, herundir umhugsni honum, sum upplýsingin viðvíkur, ella
4.\t4. Tað er ein neyðugur liður í viðgerðini av málinum, at upplýsingin verður latin víðari, ella tað er neyðugt fyri at ein myndugleiki kann fremja eftirlits- ella umsjónaruppgávur

Tagnarskyldan kann eisini verða misnýtt. Hon kann verða brúkt sum eitt amboð til at allýsa seg mótvegis hvørjum øðrum: sálarfrøðingurin ímóti sosialraðgevarnum og øvugt. T.d kann ein sálarfrøðingur sita saman við lærarnum, serlærarnum og námsfrøðinginum og viðgera eitt mál. Sálarfrøðingurin hevur upplýsingar, sum eru týdningarmiklir fyri málið, men av fakligum orsøkum heldur hann fast við upplýsingarnar og vísir til tagnarskylduna. Tá verður tagnarskyldan brúkt sum amboð, fyri at verja sítt fakøki.

Onkuntíð tosa starvsbólkarnir tvørtur um hvønn annan. Teir kunnu tosa um tað sama, men hava ymisk hugtøk. Lærarin tosar um at læra, námsfrøðingurin um at menna, men í grundini eru teir samdur um tað, teir tosa um. Hetta snýr seg fyri ein part um ymiska fatan av fakinum og um at verja borg.

Tvørprofessionelt samstarv er treytað av, at ymsu fakbólkarnir samkoyra og samstarva út frá sama máli. Tvørprofessionelt samstarv loysir nógvar trupuleikar, og royndirnar uttanlands, í Onglandi og í Danmark hava víst, at hetta er ein gongd leið, men eitt skal ein gera sær greitt, at tað loysir ikki allar sosialartrupuleikar millum børn og ung, og royndir uttanlands hava víst, at myndugleikar ikki skulu síggja tær stóru peningaligu sparingarnar á økinum, sjálvt um alt verður savnað undir somu lon.

Lurta eftir sendingini her.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Hví hvurvu norðbúgvarnir í Grønlandi? Tað er ein av størstu gátunum í søguni. Nýggj gransking kann kanska geva eina ábending um, hvat hendi.
16-11-2022
Sjálvt um alheimsupphitingin helt uppat í morgin, so hevði havið um allan knøttin hildið fram at hækka
15-09-2022
Tað var ógvuliga heitt í Evropa í summar. Áir tornaðu, skógareldar herjaðu, og fólk vóru um at ganga frá verðini. Orsøkin til ógvusliga hitan var jetstreymurin, sum klovnaði
13-09-2022
Tveir fyrilestrar um avbjóðingar og møguleikar í kristnari náttúrufatan.
17-06-2022
Nýggja føroysk gransking vísir, at hevur tú ávísar broytingar í íleguni APOE4, so ert tú í størri vanda at fáa sjúkuna Alzheimers.
16-05-2022
Søgn í Vágum sigur frá einum stórum vatni, sum lá tætt við Fjallavatn, sum hvarv.
15-02-2022
Arbeiðið at høvuðsumvæla Stokkastovuna í Tinganesi er farið í gongd
20-01-2022
Granskarara úr USA og Føroyum hava kannað DNA í legugrýtinum í Eiðisvatnið, og har sæst, at fyrstu seyðirnir komu har um ár 500.
16-12-2021
- Vit vita ikki, hvat hetta er fyri eitt signal, sigur David Kaplan, ið granskar løgna signalið úr rúmdini.
26-10-2021
Vit hava tikið tær fyrstu kjarnuroyndirnar og goymt tær í rovaranum, sigur Kathryn Stack frá NASA.
05-10-2021
Ann Sølviu Selmarsdóttir Purkhús, fornfrøðingur, hevur staðfest, at átta víkingagravir eru funnar í Føroyum.
28-09-2021
Fjarstýrdi rúmdarbilurin Perseverance lendi á Mars í februar. Hann er sendur til gongustjørnuna at kanna, um tað einaferð hevur verið lív á Mars.
01-04-2021