Jobmatch 2012

03.01.2013 - 15:17
Lívsstílur
Jobmatch 2012
Jobmatch 2012, skipaði fyri kjakfundi á netverkskvøldinum, um fráflyting, starvsmøguleikar og trivnað í Føroyum

Við kjakborðið sita, Jóhan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum, Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu og Birita í Dali, forkvinna í MFS. Orðstýrari er Ólavur Gregersen, stjóri í Syntesa.

Skráin fyri kjakfundin:

1. partur: "Frá EXIT til ENTRY".

Framløga: Høgni Reistrup og Heri á Rógvi, rithøvundar, hava eitt upplegg um, hvørji kjakevnir føroyskir útisetar halda vera týdningarmikil at seta á dagsskránna.

Spurningur til panelið: Hvør hevur ábyrgdina av at skapa millum 100-300 nýggj størv um árið í Føroyum?

Panel luttakararnir fáa 2 minuttir í part at svara spurninginum.

2. partur: "TRIVNAÐUR"

Framløga: Marin Strøm, granskari, fer at greiða frá, hví hon hevur valt ikki at flyta heima aftur til Føroya eftir loknan lestur.

Spurningurin til panelið: Hvørjir trivnaðartrupulleikar eru mest átrokandi at fáa loyst í mun til at økja um tilflytingina?

Panel luttakararnir fáa síðani 2 minuttir í part at svara spurninginum.

3. partur: "ACTION"

Framløga: Beinta Poulsen, sniðgevi og eigari av klædnamerkinum Soul Made fer at greiða frá fyrimununum og vansunum við at búgva í Føroyum sum sjálvstøðug vinnurekandi innan mótaheimin.

Spurningur til panelið: Nógv verður prátað, men lítið tikist verða gjørt til at fáa vent verandi gongd. Nevn 3 ítøkilig átøk, sum tit meta kunnu fremjast tey næstu 2 árini fyri at broyta fráflyting til tilflyting.

Panel luttakararnir fáa 2 minuttir í part at svara spurninginum.

Kjakið endar við at hvør panel luttakari fær 1 minutt at taka saman um.

Hoyr kjakfundin her

Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858