Brunsj

Jóhannes Andreassen er boðin til Brunsj
04-03-2013
Jóhannes Andreassen greiðir í sendingini frá síni útbúgvingar- og yrkisleið sum professionellur pianistur.

Jóhannes Andreassen velur eisini 5 sangir, sum verða spældir í sendingini.

Eir Nolsøe, frá Røddin Fo, kunnar um nýggja, talgilda ungdómspallin, og um fundin, sum verður í kvøld kl. 20 í Sirkus í samband við, at Kringvarpið og Röddin Fo um fáar vikur lansera ein nýggjan talgildan ungdómspall.

Til hesa uppgávuna tørvar okkum ein hóp av frískum, peppaðum ungum fólki, sum saman koma at mynda nýggja ungdómspallin. Dámar tær at taka myndir, dugir tú at skriva ella býr kanska eitt útvarpsfólk í tær, er tað tær, vit sóknast eftir.

Vit leita m.a. eftir fólki, sum tíma at:

- skriva greinar - blogga - taka myndir - gera video

Kunningarfundur verður í Sirkus í kvøld, mánakvøldið 4. mars, fyri øll, sum kunnu hugsa sær at gerast partur av nýggja ungdómspallinum, ella bara eru forvitin at frætta nærri.

Hevur tú ikki møguleika fyri at koma á fundin, kanst tú senda eitt teldubræv til eir@roddin.fo, ella vitja Facebook síðuna hjá Røddin Fo: https://www.facebook.com/#!/roddin.fo

Brunsj

Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Sent varð beinleiðis av Tvøroyri, har Niels er uppvaksin. Í dag býr hann saman við konu síni, Aud, á Sígnabø.
24-06-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Jens Jákup og Ann á Tinghúsvegnum í Havn
17-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Magnusi og Annu í Vallaratúni í Havn.
10-06-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Mariann í Støðlatúni á Argjum
03-06-2023
Sent varð beinleiðis úr nýumvældu smáttuni, og fyrrverandi fjósinum, á Vágsheygnum í Klaksvík, har familjan hjá Ragnhild hevur búðleikast í fimm ættarlið.
28-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Kára og Vónbjørt á Nýggjavegi í Runavík
20-05-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Boga og Jóhonnu í Niels Finsensgøtu í Havn
29-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Lív og Hans á Ingibjargargøtu í Hoyvík
15-04-2023
Sent varð beinleiðis úr stovuni heima hjá Martini í Blómubrekku í Havn
01-04-2023
Sent varð beinleiðis úr køkinum heima hjá Gudmundi og Sólvu á Signabø
18-03-2023
Sent varð beinleiðis av Maritugøtu í Hoyvík, har Siri hevur búð saman við Kali seinastu fýra árini.
04-03-2023
Sent varð beinleiðis úr spísistovuni heima hjá Magna og Elsi á Flatnavegi í Vestmanna
25-02-2023