- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil halda avtalu við veljaran
19.06.2013 - 09:02
Innlendis›Politikkur
Vil halda avtalu við veljaran
Jógvan Skorheim heldur ikki, at eingin trupulleiki er at vera borgarstjóri og tingmaður í senn

Tað er fyri at halda eina avtalu við sínar veljarar og við Føroya fólk, at borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, nú tekur sæti aftur á tingi, hóast at kalla einki tingarbeiði er í løtuni.
Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki hjá sær at røkja bæði borgarstjórastarvið og tingmannastarvið. Tá Jógvan Skorheim á nýggjárinum tók við sum borgarstjóri í Klaksvík, og harvið avgjørdi at lata tingsessin víðari til Kristionnu Winther Poulsen, nevndi hann einki um at hann hevði avtalað við sínar veljarar um at fara aftur í løgtingið í summar.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450










