260 mió. kr. í partapeningi til tveir tunlar

bannari
04.07.2013 - 15:30
InnlendisPolitikkur
260 mió. kr. í partapeningi til tveir tunlar
Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen hava einki uppskot um, hvørjar íløgur skulu víkja fyri Skálafjarðartunlinum og Sandoyartunlinum

Íløgukarmurin hjá landinum stendur at bresta. Men nú skjóta tvey tingfólk upp at brúka 260 milliónir í partapeningi til Føroyatunlar, sum skal gera Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin. 

Tingfólkini, Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen ,hava einki uppskot um, hvørjar íløgur skulu víkja fyri P/f Føroyatunlum. Tey vilja ikki órógva arbeiðsbólkin hjá Innlendismálaráðnum, sum situr við Sandoyartunlinum, sigur Aksel V. Johannesen. 
 
Enn er ikki greitt, hvør leggur uppskotið fram. Men ætlanin er ikki, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi leggja tað fram. Heldur verður roynt at fáa tingfólk úr fleiri flokkum at leggja málið fram, sigur Aksel V. Johannesen. 
 
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012