- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Vit ferðast kring bygdina við Hans Olafi Andersen, sum greiðir frá gomlu hvalastøðini í Lopra og tá týskarar njósnaðust í Lopra undan seinna verðaldarbardaga og øðrum viðurskiftum í bygdini.
Hjúnini Minny Jacobsen og Magnus Jacobsen í Lopra hava júst keypt sær ein kampingvogn, og nú er umráðandi at fáa hann undir tak, tí um veturin kann veðrið vera sera harðført í Lopra.
Úti á Økrum, sum er grannabygdin hjá Lopra, býr Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnu- og landbúnaðarmálum. Hansara stóra frítíðaítriv eru veðrar, og í ár hevur hann 11 veðrar. Tann størsti fer helst at viga eini 110 pund.
Tom Bech hevur eina serliga plátu í garðinum, sum amerikanarar settu upp í 1954, tá sólarmyrking seinast var í Føroyum.
Maibritt Vestergaard, sum býr í Íslandi, eigur fyrstu sethúsini í Lopra, sum samstundis eru hennara barnaheim.
Svínoyingurin Páll Suni trívist væl í Lopra, har hann keypti hús fyri sjey árum síðani, uttan at hava nakað tilknýti til bygdina.
Og Sonja Andersen bakar pannukøkur uttan feitt, og tað er serliga aftaná at tey hava etið grind og spik, at pannukøkur eru á skránni.