- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Tróndur Nybo, sum er ættaður av Hvítanesi og altíð hevur búð har, greiðir frá ymiskum viðurskiftum í bygdini, eitt nú frá katólsku kirkjuni, sum einaferð hevur verið í bygdini.
Høgni Vestergaard heldur tað vera eina háðan móti forfedrunum á Hvítanesi, at Tórshavnar Kommuna hevur málað út yvir tað laðaða gróti í skúlanum skúlanum. Skúlin á Hvítanesi er gjørdur á sama hátt sum gamli kommunuskúlin í Havn, har býráðið nú hevur sæti. Høgni ætlar sær til friðingarmyndugleikarnar við málinum.
Vit hitta hjúnini Nancy og Karl Oddmar Rasmussen og sonin Ragnar, sum øll stórtrívast í lítlu bygdini í Suðurstreymi.
Vit hitta eisini Eileen Djurhuus, sum hevur fingið sær geitir, og Jákup Mørkøre, sum hevur stóran urtagarð og greiðir frá, hvat veksir væl á Hvítanesi.