Dansival

Elsy Joensen er gestur í Dansivali
03-01-2014
Á skránni er Sigmundarkvæði, sum Dánjal Thomsen, úr Hvalba, og Poul Midjord, av Økrum, yrktu

Elsy Joensen hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi og kvæðum. Sum stór genta var hon í dansi saman við foreldrunum - í Vági og aðrastaðni í Suðuroynni. Nú dansar hon í Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans.<br/>
Umframt Sigmundarkvæði, sum sumbingar kvøða, og sum Hargin Joensen skipar, hevur Elsy valt, at lurtararnir skulu hoyra Silvurlín. Marjun Berg skipar eitt dansikvøld í Dansifelagi Kaggans

Dansival

Kvæðasending í útvarpinum.
Levi Heinesen hevur stovnað eitt dansifelag fyri ung á Viðareiði.
29-02-2024
Vertur er Jóhann Mortensen
12-02-2024
Gunnar er formaður í Sláið Ring og greiðir frá fyrstu tíðini, hann dansaði sum barn, og dansivetrinum, sum er um at vera av. Hann sigur okkum eisini frá tiltøkum eftir føstuna
07-02-2024
Vertur er Elin Maria Olsen
31-01-2024
Leygarkvøldið 27. januar skriva vit søgu í Føroyskum dansi, tí tá verða nevniliga allir tríggir tættirnir í Sjúrðarkvæði havdir á gólvi í Sjónleikarhúsinum.
24-01-2024
Karin er uppvaksin á Eiði í einum heimi, har tað altíð hevur verið kvøðið. Tá Dansifelagið á Látrinum varð stovnað, fór hon at dansa við teimum.
10-01-2024
Ólavur fekk áhugan fyri kvæðum í fólkaskúlanum, og tá hann hoyrdi tey í nýggjum hami, m.a. við Harkaliðnum og Týr.
03-01-2024
Joen Petur hevur altíð havt áhuga fyri føroyskum dansi, og er av álvara byrjaður at kvøða við Fótatraðk í Danmark, har hann eisini hevur verið formaður.
28-12-2023
Vertur er Elin Maria Olsen
15-12-2023
Marjun byrjaði at dansa føroyskan dans í Fótatraðk í Keypmannahavn, og var við til at stovna Tøkum Lætt, sum í dag er størsta dansifelagið í Føroyum.
13-12-2023
Fríðbjørg byrjaði at kvøða við dansifelagnum Grani á læraraskúlanum, og hevur fingið heiðursløn fyri sítt arbeiði í barnadansinum.
11-12-2023
Johann Mortensen leggur til rættis
26-12-2023