Velja føroya bestu lýsingar

15.01.2014 - 13:24
Lívsstílur
Velja føroya bestu lýsingar
Tað eru brúkarar, sum nú kunnu siga sína hugsan um lýsingar í 2013

Felagið Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, skipar fyri almennari kapping, har føroyski brúkarin fær møguleika at velja bestu føroysku lýsingarnar í 2013.
Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið brúkarin nú kann skýra ársins bestu. Talan eru um tríggjar lýsingarbólkar, har einasta kravið var, at lýsingin skuldi vera brúkt ella sædd í Føroyum í 2013. Teir 13 tilnevndu lýsararnir eru limir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, umframt nakrir aðrir lýsarar, sum nevndin metti, hava gjørt eitt nóg gott arbeiði, til eisini at vera tilnevndir í kappingini.
Ársins besta prentlýsing
Tann fyrsti bólkurin snýr seg um at kjósa ársins bestu prentlýsing. Lýsingin skal hava verið prentað í prentmiðlum ella sum uttanduralýsing, skelti, plakat o.l. í 2013. Har eru Atlantic Airways, Auto Service, Elektron, Føroya Tele, Bakaríið hjá Hans Olaf, Vodafone og Tryggingarfelagið Føroyar tilnevnd. Atkvøðast kann í hesum bólkinum á Facebook, umvegis hesa leinkjuna.
Ársins besta sjónvarpslýsing
Í næsta bólkinum eru BankNordik, Eik Banki, Fótbóltssamband Føroya, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tryggingarfelagið Føroyar og Trygd tilnevnd, fyri at hava skapt ársins bestu sjónvarpslýsing. Ein slík lýsing skal hava verið víst í føroyskum sjónvarpi, biografi, interneti o.l. í 2013. Atkvøðast kann í hesum bólkinum á Facebook, umvegis hesa leinkjuna
Ársins besta marknaðarátak
Síðsti bólkurin heiðrar ársins besta marknaðarátaki. Hetta er tað samlaða átakið, ið brúkarin metur rakti best í 2013. Her eru hesir lýsarnir tilnevndir: Almannaráðið, Eik Banki, Ráðið fyri Ferðslutrygd, VistFaroeIslands, Tryggingarfelagið Føroyar og Keyp Føroyskt. Atkvøðast kann í hesum bólkinum á Facebook, umvegis hesa leinkjuna.
Felagið fer eisini at lata eina serliga virðisløn til ein føroyskan lýsara, sum nevndin metur hevur gjørt eitt serstakt arbeiði innan marknaðarføring í farna árinum. Vinnarnir verða alment kunngjørdir til ársveitsluna hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, hóskvøldið, 16. januar 2014.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585