- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS veitir hjálp at finna ynskistarvið
21.01.2014 - 10:45
Lívsstílur
ALS veitir hjálp at finna ynskistarvið
ALS hevur tosað við umleið 200 arbeiðsleys um arbeiðsmøguleikar, og afturmeldingin er sera góð, sigur Høgni í Stórustovu frá ALS
Ert tú arbeiðsleys/ur, kanst tú koma til eina samrøðu við ein málsviðgera og m.a. fáa vegleiðing um, hvussu tú søkir arbeiði. Eisini hevur tú møguleika fyri at sleppa á ymisk førleikagevandi skeið. Hetta stendur á heimasíðuni hjá Arbeiðsloysisskipanini. Nú fara tey á ALS at broyta hetta nakað, við at tey fara út at heilsa uppá tey arbeiðsleysu. fortelja teimum møguleikarnar tey hava við eftirskúling og at fáa arbeiði.
Høgni í Stórustovu, deildarleiðari hjá ALS, greiðir her frá møguleikunum í ALS
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV