Skuggafrágreiðingin leggjast fram í Genevé

07.04.2014 - 09:41
Lívsstílur
Skuggafrágreiðingin leggjast fram í Genevé
Ein neyvt raðfest skuggafrágreiðing er send ST viðvíkjandi teimum økjum, har Føroya Landsstýrið ikki hevur tikið nøktandi stig til fult út at yvirhalda tað, sum Løgtingið hevur bundið seg til við at seta ST- sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum. Ása Olsen og Tóra við keldu frá Meginfelag Teirra Breðkaðu, greiddu frá í Morgunsendingini.  

MBF sent skuggafrágreiðing til ST. 

Ein neyvt raðfest skuggafrágreiðing er send ST viðvíkjandi teimum økjum, har Føroya Landsstýrið ikki hevur tikið nøktandi stig til fult út at yvirhalda tað, sum Løgtingið hevur bundið seg til við at seta ST- sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, í gildi í Føroyum.

Skuggafrágreiðingin hjá MBF hevur verið ávegis eitt gott ár. Limafeløgini í MBF hava fingið møguleika at senda tilfar til frágreiðingina inn til MBF skrivstovuna. Formansfundir hava verið, har skuggafrágreiðingin hevur verið til viðgerðar. Í august fingu øll limafeløgini í MBF skuggafrágreiðingina til hoyringar, áðrenn hon varð týdd til enskt og spanskt. 

Føroya Landsstýrið hevur sent sína frágreiðing til ST saman við donsku stjórnini. Víst verður á, hvussu Landsstýrið metir, at ST- sáttmálin fyri fólk, sum bera brek, verður hildin í Føroyum. 

MBF hevur ummælt og mett um, hvussu Landsstýrið livir upp til tað, sum sagt verður í frágreiðingini hjá Landsstýrinum.

Nú skuggafrágreiðingin er liðug og almannakunngjørd, er næsta stig ein fundur í Geneve í apríl, har umboð fyri MBF koma at luttaka. Hesin fundur er rættiliga avgerandi fyri MBF, tí tað er á hesum fundinum avgjørt verður, hvørji evnir verða tikin við í ?list of issues?. Evnini, sum verða tikin við í ?list of issues?, eru grundarlag fyri próvtøkuni, sum Føroya Landsstýrið skal til í Geneve í september.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584