Um at missa tamarhaldið á útreiðslunum

16.04.2014 - 12:54
Innlendis
Um at missa tamarhaldið á útreiðslunum
Tórshavnar býráð er við at missa tamarhaldið á útreiðslunum til nýggja mussikskúlan

Í løtuni hækkar kostnaðurin fyri hvønn dag, og tí er neyðugt at steðga á nú og umhugsa ætlanina enn eina ferð.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommmunu.
Fer prísurin á musikskúlanum upp um tær 40 milliónirnar, so má okkurt annað byggjaríð í kommununi víkja, staðfestir borgarstjórin.
Eftir páskir fer borgarstjóri at kalla avvarðandi partar inn til fund um málið

Høgur fermetrarprísur

Umstríddi musikkskúlin í Havn sær út til at gerast dýrasta bygging í Føroya søgu. Tað staðfetsir Heðin Mortensen biorgarstjóri í Havn. Samært upprunaligu ætlanini skuldi skúlain kosta 41,8 mio kr, men seiantsu útrokningarnar vísar, at skúlin helst kemur á kosta næsta tvífalt so nógv - eina 70 mio kr ella meir. Eitt nú gevur hetta ein fermetraprís á 34,000 kr, sum er einar 10.000 kr meir enn fermetraprísurin vanliga er á líknandi bygningum.
Ein av orsøkunum til at musikkskúlin sær út til at gerast so kostanarmikil er staðstingin í sortudíki við norðurlandahúsi, sum setur heilt serlig krøv til byggingina, sigur Heðin Mortensen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858