Avlurting: Enn ivasamar røddir í samgonguni

19.04.2014 - 09:30
InnlendisPolitikkur
Avlurting: Enn ivasamar røddir í samgonguni
Reimund Langgaard fer helst taka atkvøða fyri, meðan Hanus Samró er als ikki sannførdur

Í samgonguni royna tey at samansjóða sjónarmiðini um avlurtingarpakkan, so nýtt álit verður lagt fyri tingið eftir páskir.

Tað vóru Reimund Langgaard, Bill Justinussen, Jóen Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen og Hanus Samró úr samgonguni, sum atkvøddu málið aftur í nevnd.

Í Sambandsflokkinum tykist undirtøka nú verða fyri uppskotinum hjá formanninum Kaj Leo Holm Johannesen, men enn eru ivasamar røddir í Fólkaflokkinum.

Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum skrivaði ikki undir álitið frá Rættarnevndini eftir fyrstu viðger. Hann fekk ikki undirtøku fyri sínum sjónarmiðum har. Heldur enn at skriva sítt egna minnilutaálit, sendi hann partamannin Helga Abrahamsen inn í nevndina, so samgonguliminir í Rættarnevndini vóru samdir um álitið. Løgmaður var ikki blíður við Reimund Langgaard, tá hann atkvøddið uppskotið aftur í nevnd. Men tá Rættarnevndin kemur við enn einum áliti eftir páskir, fer Reimund Langgaard at skriva undir.

Forkvinnan í Rættarnevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum, hevur roynt at fingið undirtøku fyri uppskotinum. Løgmaður og embætisfólk vóru í rættarnevndini fríggjadagin, har Hanus Samró var til staðar sum eygleiðari. Hann sigur seg als ikki vera sannførdan, og hann ivast enn stórliga í, um hann fer at taka undir við uppskotinum, tá tað kemur til atkvøðugreiðslu.

Tingmaðurin fyri Fólkaflokkin er ein av fleiri samgongutinglimum, sum fyrr hava verið misnøgd við eitt lógaruppskot, men tá avtornaði hevur hann atkvøtt fyri kortini. Hann veit enn ikki, hvussu hann fer at atkvøða, hann tekur helst støðu í tingsalinum, men hann mælir í øllum førum til broytingar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652