Stríðið í Ukraina hevur djúpar røtur

20.04.2014 - 14:14
Innlendis
Stríðið í Ukraina hevur djúpar røtur
Tað sigur Irina Zhilina, sum fyri nøkrum vikum síðani helt fyrilestur á Fróðskaparsetur Føroya um stríðið millum Rusland og Ukraina
setur.fo

Byrjaði sum eitt stríð um avtalu við ES

Stríðið sum nú er í Ukraina byrjaði við einari ósemju um, hvørt Ukraina skuldi taka undir við einari handilsavtalu við ES ella ikki. Ukrainsk uppreistrarfólk, sum tóku undir við avtaluni, tóku valdið í landinum. Tað sum birti uppundir fólkaatkvøðuni á Krim hálvoynni og uppreistrinum í eystara partinum av landinum var, at fyrbilsstjórnin í Kiev setti bann fyri at nýta russikst mál. Millum annað var russiska sjónvarpið bannað, og russiskir politikarar á Krim hálvoynni kroystir úr sessunum og fyribilsstjórnin í Kiev loyvdi víðgongdum tjóðskaparsinnaðum fólki framat valdinum, sigur Irina Zhilina.
Irina vísur á, at 60 prosent af fólkunum, ið búgva á Krim, tosa russiskt, og umleið 80 prosent ella tvær milliónir luttóku í fólkaatkvøðuni á Krim um loysing frá Ukraina. 

Tá sovjetsamveldið datt sundur í 90´unum, ynsktu russiskt sinnað fólk í Ukraina at hoyra til Russlands, men tá var Rusland ikki nóg væl fyri politiskt og fíggjarliga til at krevja tað, sigur hon.

Álítandi fólkaatkvøða?

Hóast nógvar atfinningar ímóti fólkaatkvøðuni, heldur Irina, at tølini eru álítandi. Hon vísur á, at fleiri onnur lond hava tikið loysing uttan fólkaatkvøðu, millum annað Kosovo. Hon sigur, at fleiri ikki halda, at støðan í gamla Jugoslavia kann samanberast við støðuna í Ukraina, tí tá varð talan um fólkamorð. Men Irinia setur spurnartekin við, um kríggj skal valda og fólk lata lív, áðrenn russiskt sinnaði minnilutin í Ukraina fær møguleikan at atkvøða um loysing.

Irina Zhilina starvast á Strategic Environmental Impact Assessment of development of the Arctic, á Arctic Centre í Rovaniemi, í Finnlandi. Hon er útbúgvin innan altjóða viðurskifti á Murmansk State Technical University í Russlandi og hevur eina kandidatútbúgving í pólrætti (polar law) frá Lærda háskulanum á Akureyri í Íslandi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585