Amboð á veg at kanna fyri orðblindni

22.04.2014 - 14:09
InnlendisHeilsa
Amboð á veg at kanna fyri orðblindni
Ongin samskipað kanning er av børnum í fólkaskúlanum fyri orðblindni, og tí er stórur tørvur á amboðum, sigur Mona N. Steintún, audiologopedur.

Sernám arbeiðir við at umseta eitt danskt kanningaramboð til føroyskt, sum skal brúkast til at kanna øll børn í triðja flokki fyri orðblindni.

Mona N. Steintún hevur tillagað amboðið fyri Sernám.

Í síðstu viku vísti fólkaskúlalærarin og orðblindalærarin Annika Marr Poulsen á, at eingin samskipað kanning verður gjørd av børnum í fólkaskúlanum fyri at staðfesta, um tey eru orðblind. Stórur tørvur er á júst slíkari samskipan, sigur Annika Marr Poulsen.

Tað amboðið, sum í løtuni finnst á føroyskum, er ætlað børnum yvir 14 ár.

Millum annað tí verða bara børn yvir 14 ár kannað fyri, um tey eru orðblind. Men ætlanin við nýggja amboðinum er, at lærarar í fólkaskúlanum skulu gera kanningarnar.

Mona N. Steintún vísur tó eisini á, at orðblindni ikki verður raðfest nóg høgt frá politiskari síðu, og tí hevur Sernám bara 30 tímar um vikuna til alt lesiøkið, og tí er sera avmarkað, hvussu nógv børn tey orka at kanna og hjálpa.

Lesiøkið fevnir bæði um orðblind og um børn við øðrum lesitrupulleikum.

Ein útgreining fyri orðblindni tekur okkurt um 20 tímar og tí er ikki nóg nógv tíð til at nøkta tørvin, sum er fyri orðblindakanningum.

Mona N. Steintún vónar, at kanningaramboðið fyri orðblindni verður klárt at taka í nýtslu í heyst.

Dansk Videns-center for ordblindhed hevur gjørt tilfarið, sum nú verður umsett og lagað til føroyskt.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628