Samrøða: Løgmaður hevur framvegis álit á Jørgeni

30.05.2014 - 08:34
Innlendis
Samrøða: Løgmaður hevur framvegis álit á Jørgeni
Løgmaður hevur framvegis álit á Jørgeni Niclasen, landsstýrsmanni, hóast tað var um reppið, at løgtingið samtykti uppskotið um misálit

Men løgmaður gjørdi tó greitt í samrøðu við útvarpið í gjár, at heldur málið um Jørgen Niclasen fram at elva til rumbul í samgonguni, fer hann at taka onkur stig. 

Tað verður tó ikki gjørt, fyrr enn makrelkvotan er býtt, og avtala er gjørd við kommunurnar um, hvussu nógvan pening tær skulu hava at reka eldraøkið fyri, sigur hann.

Tríggir samgongutingmenn atkvøddu fyri misálitinum

Hóast Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður, mælti allari tingmanningini hjá Sambandsflokkinum at atkvøða ímóti uppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen í tinginum mikudagin, atkvøddu tveir fyri - Helgi Abrahamsen og Reimund Langgaard.

Teir halda, at Jørgen Niclasen eigur at leggja frá sær sum landsstýrismaður. Tað heldur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum eisini, tí hann atkvøddi eisini fyri misálitinum.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur nú, at koma hann og tingbólkurin til ta niðurstøðu, at Jørgen Niclasen eigur at fara frá, fer hann "100 prosent eftir hesum møguleika," sum løgmaður málber seg.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585