Einaferð í fyrndini var kanska lív á Mars

25.06.2014 - 23:30
Lívsstílur
Einaferð í fyrndini var kanska lív á Mars
Tað vísa kanningar, sum fjarstýrdi bilurin Curiosity hevur gjørt á gongustjørnini Mars

Í eitt marsár hevur rannsóknarbilurin Curiosity, koyrt runt á teimum reyðu fløtunum á gongustjørnini Mars. Eitt ár á Mars, er tað saman sum 687 dagar her á jørðini. Hetta er tíðin tað tekur gongustjørnini at ferðast runt um sólina. 

 

Ein sokallað selfie, sum Curiosity hevur tikið av sær sjálvum (trýst her fyri at síggja myndina í fullari stødd)

Bilurin er á stødd við ein vanligan persónbil, hann vigar eitt tons, verður rikin við kjarnorku og er fullur við alskyns útgerð. Tað seinasta marsárið hevur hann koyrt runt har uppi og gjørt kanningar.

Tá ið bilurin hevði føðingardag, spældi hann sangin "Til lukku" fyri sær sjálvum, og tað er fyrstuferð at ein sangur er spældur á einar aðrari gongustjørni.   

Ein jarðargjørdur filmur av ferðini hjá Curiosity

 

- Curiosity hevur funnið prógv fyri, at einaferð var rennandi reint vatn á Mars. Tað sigur Tina Ibsen, stjørnualisfrøðingur, og hon heldur at tað er tað týdningarmiklasta fundi, rannsóknarfarið hevur funnið.

- Um rennandi vatn hevur verið á Mars, so hava røttu umstøðurnar verið har, at lív hevur kunnað ment seg, sigur Tina.

Við at bora nøkur hol og taka royndir úr holinum, er funnið prógv fyri, at einaferð var rennandi reint vatn á Mars (mynd í fullari stødd) 


Men enn hevur Couriosity ikki funnið nakað lív. Og tá ið tosa verður um lív, verður ikki hugsa um grønar marsmenn við antennum á høvdinum, men heldur um evarska lítlar einkyknur. 

- Í veruleikanum vita vit ikki, hvørjum sporum av aldargomlum lívið, vit skulu leita eftir, sigur Tina. Í stuttum merkir hetta, at tey ikki ordligani vita, hvat tey skulu leita eftir. Tina vil ikki meta um, um tað hevur verið lív á Mars ella ikki.

- Enn vita vit alt ov lítið um tað sigur, sigur hon. 

 

Fleiri myndir frá rannsóknarfarinum á Mars hava argað granskararnar. Hetta líkist eini rottu sum fer rennandi eftir beru fløtuni, men í veruleikanum er talan um ein stein sum líkist eini rottu

 

Og her sær tað út, sum ein "alien" situr á einum steini. Men eisini her er talan um ein stein, ið líkist onkrum sum vit kenna frá Jørðini


Curiosity hevur koyrt góðar átta kilometrar á mars, og er hann nú á veg niðan á eitt fjall, Mount Sharp, har fleiri áhugaverdar kanningar standa fyri framman.  

 

Fjallið Sharp, har Curiosity er á veg til nú


Lurta eftir samrøðuni við Tinu Ibsen

Myndir: Nasa.gov

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887