- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lombini væl betri í ár, enn í fjør
22.07.2014 - 13:32
Innlendis›Samfelag
Lombini væl betri í ár, enn í fjør
Tað vísur kanning, sum Búnaðarstovan gjørdi fyrr í mánaðinum, tá áseyðaroyting var í Heygshaga í Norðurstreymi
Umframt vanliga arbeiðið í sambandi við royting, varð allur seyðurin vigaður og vektirnar skrásettar. Lombini viga 3 -4 kilo meira í ár enn í fjør.
Í ár varð tó farið á fjall seks dagar seinni enn í fjør, og tað ger mun. Hvør lambið tyngist 250 gram um dagin hesa tíðina, sigur Búnaðarstovan.
Hoyr samrøðuna við Hans Martin Andreasen úr Kvívík, sum stóð fyri vigingini.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV