Óvissa um stjórarstarv hjá høvuðsstaðnum

24.07.2014 - 07:06
InnlendisTøkni
Óvissa um stjórarstarv hjá høvuðsstaðnum

Tað er ikki vist, at starvið sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu verður lýst leyst, nú Jákup Egholm Hansen, sum var tekniskur stjóri í knappliga átta ár, gavst týsdagin.

Møguliga verða onkrar bygnaðarbroytingar gjørdar í ovastu leiðsluni hjá høvuðstaðarkommununi.

Tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, í gjár, varð spurdur, um kommunan nú fer at lýsa eftir tekniskum stjóra, var svarið hvørki ja ella nei.

Jákup Egholm Hansen gjørdist nevndarlimur á eykaaðalfundi í Eik Banka 10.juni í ár. 

Kommunan gav honum valið millum stjórastarvið og nevndarsessin. Jákup Egholm Hansen vildi ikki fara úr nevndini í Eik, tí noyddist hann týsdagin úr starvi sínum sum tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu.

Hann fær løn í sjey mánaðir frá kommununi.

Fyri ta fráfaringarlønina skal Jákup Egholm Hansen eisini vera til taks hjá kommununi í sjey mánaðir í sambandi við ítøkilig mál, sum hann hevur serligan kunnleika um, eitt nú ymsar byggiverkætlanir hjá kommununi. 

  

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887