Danska pelagiska vinnan móti avtøku av boykottinum

31.07.2014 - 16:36
InnlendisVinna
Danska pelagiska vinnan móti avtøku av boykottinum
ES eigur framhaldandi at boykotta Føroyar, heldur pelagiska vinnan í Danmark

Pelagiska vinnan í Danmark heitir í dag staðiliga á Evropeiska Samveldið um IKKI at avtaka 11 mánaðar langar innflutningsbannið av føroyskum makreli og sild til ES.
Tað skal ikki betala seg at fiska óburðardygt og uppføra seg, sum føroyingar hava gjørt í bæði makel- og silda-trætuni, sigur Esben Sverdrup-Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Producentorganisation.
ES-nevndin situr annars í løtuni og viðgerð avtøkuna av innflutnings-banninum. Nevndin kunngjørdi í juni, at innflutningsbannið móti føroyskum markeli og sild fór at verða avtikið í kjalavørrinum á avtaluni, ið ES og Føroyar gjørdu um býtið av norðhavssildini.
Avtalan gav Føroyum 40.000 tons av samlaðu veiðuni í mun til tey 105.000 tonsini, sum Føroyar tilskrivaðu sær sjálvum í fjør.
Men 40.000 tons er framvegis tvífalt so nógv sum føroyingar eiga rætt til, heldur Esben Sverdrup-Jensen, stjóri í Danmarks Pelagiske Producentorganisation.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819