ES-marknaðurin opin aftur um tvær vikur

01.08.2014 - 07:16
InnlendisVinna
ES-marknaðurin opin aftur um tvær vikur

Um tvær vikur verður ES-boykottið móti Føroyum sett úr gild, væntar Kate Sanderson, sendikvinna í Brússel.

Seint seinnapartin í gjár samtykti ES-nevndin fyri fiskivinnu og aling at taka undir við uppskotinum hjá ES-nevndini um at strika handilsforðingarnar móti makreli og norðhavssild úr Føroyum. 

Avgerðin er tó ikki endalig enn. Hon skal eisini formliga góðkennast í ES-nevndini. 

Tað kann gerast við skrivligum samskifti millum ES-nevndarlimirnar. 

Síðani fer reglugerðin um at taka av handilsforðingarnar í ES-kunngerðablaðið. Og hon kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðablaðið hjá ES kemur út hvønn dag frá týsdegi til leygardag. 

Føroyska sendistovan í Brússel sigur, at roknað verður við, at reglugerðin kann verða kunngjørd longu í viku 33, sum byrjar 11.august. Tá kunnu boðini um, at ES ikki longur boykottar Føroyar, í fyrsta lagi koma í gildi mikudagin 13.august.

Bæði í Skotlandi og í Danmark heitti uppsjóvarvinnan staðiliga á ES-nevndina fyri fiskivinnu og aling um at fella uppskotið um at strika handilsforðingarnar, tí føroyingar, sambært vinnuni í Skotlandi og Danmark, framvegis fiska ov nógv og ikki burðardygt. 

Nú handilsforðingarnar verða strikaðar, sleppa Føroyar báðum gerðarrættarmálunum móti Evropasamveldinum.
   

 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012