Gloymdur sangskattur á vinyli og kassettum

02.09.2014 - 11:51
Lívsstílur
Gloymdur sangskattur á vinyli og kassettum
Jógvan Telling Joensen mundi vera ein hin útgávuvirknasti í føroyskum tónleiki í 70-árunum, men nærum einki av tilfarinum er tøkt á nýggjum miðlum

Jógvan Telling hevur sungið, arrangerað, leikt á óteljandi ljóðføri, stjórnað kóri, skrivað løg og tekstir í hópatal og latið frá sær nógvar útgávur - plátur og bond.

Best kendur man hann vera úr bólkinum Harkaliðnum, men á hesum sinni fara vit heldur at nema við aðrar útgávur, ið hann hevur lagt frá sær. Ikki er lætt at fáa hendur á hesum útgávum, tí tað mesta er bara til á plátum ella kassettubondum, sum lítið ella einki verður brúkt longur.

Jógvan Telling Joensen er havnarmaður, føddur í 1947. Hann flutti ungur til Danmarkar og var niðri í eini tjúgu ár. Í Keypmannahavn slapp hann í góð upptøkustudio og skipaði í heilum fyri plátuupptøkum. Pláturnar vórðu nógv spældar í útvarpinum í Føroyum og fleiri sangir gjørdust fólkaogn.

Tá í tíðini var ikki vanligt við konsertum, og tí kom tað næstan ikki fyri, at Jógvan Telling fór á pall í Føroyum við sínum sangum. Nógvum føroyingum var hann tí fremmandur og varð tí verandi útisetarøddin í útvarpinum og á plátuspælarunum miðskeiðis í 70-árunum.

Jógvan Telling flutti heimaftur til Føroyar at búgva miðskeiðis í 80-árunum. Hann var framvegis alvirkin í tónleiki og í bestu árum, tá ið hann í 1993 fekk álvarsliga heilabløðing, sum bar í sær, at hann gjørdist lamin í aðrari síðuni.

Vanlukkan hevur sum vera man lagt meinbogar í vegin fyri hansara virkna tónleikalív.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012