- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tungmálmur og tekno á G!
17.12.2014 - 10:57
Lívsstílur
Tungmálmur og tekno á G!
Í morgun kunngjørdi G! trý nøvn til festivalin í 2015
Mynd: Ólavur Frederiksen
Svenski tungmálmsbólkurin At the Gates fer at runga á Gøtu sandi næsta summar. Tað kunngjørdi Teodor Kampnas, nevnarlimur í G!, í Góðan morgun Føroyum í morgun. At the Gates var nógv frammi fyrst í 90´unum, men eftir ein langan steðg ger bólkurin nú aftur um seg. Teirra nýggja fløga er í uppskoti til ársins útgávu innan tungmálm fleiristaðni.
Umframt tungmálmstónleik bjóðar G! festivalurin tekno. Tað verður frá bólkinum Kiasmos, sum føroyingurin Janus Rasmussen, ið eisini er kendur frá bólkunum Byrtu og Blood Group, er partur av. Eisini verða føroyskir tónar at hoyra frá Teiti Lassen.
G! festivalurin 2015 verður í døgunum 16. til 18. desember.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV