Við Tórði á jólatúri

22.12.2014 - 18:14
Lívsstílur
Við Tórði á jólatúri
Sendingin í dag er merkt av, at jól veruliga eru í hondum, og Tórður Mikkelsen vitjar ymsa staðni kring landið.

Jóannes Johannesen í Funningi hevur havt gæs í mong ár, og onkur kundi hevur keypt gás frá honum í 42 ár.

Elsa Funding, sum var prestur í mong ár, býr nú aftur í heimbygdini Funningi, í heiminum hjá ommuni og abbanum, har hon var nógv sum barn. Elsa sigur frá jólasiðum í Funningi.

Verkhúsið Stíggjur í Saltangará er nú farið í jólafrí, men Tórður Mikkelsen vitjaði har seinasta dagin fyri jólasteðgin, og tey sum arbeiða har, greiddu hugagóð frá arbeiðnum.

Arnleyg Svabo Haraldsen og sjey ára gamli sonurin John hava fimm tey seinastu árini hildið jól í Grønlandi. Í februar fluttu tey aftur til Føroya. Arnleyg heldur, at grønlendingar duga ógviliga væl at halda jól, og at vit kunnu læra nakað av teimum.

At enda í sendingini hitta vit 86 ára gamla vitameistaran Leon Heinesen, sum í fleiri ár helt jól saman við familjuni úti í Mykineshólmi.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887