Løgreglan nógv at gera um vikuskiftið

28.12.2014 - 16:13
Innlendis112
Løgreglan nógv at gera um vikuskiftið
Í nátt vórðu boð eftir løgregluni at koma til Vestmannar. Vit tosaðu við Kristinu Christiansen,vakthavandi, fyrr í dag

Løgreglan fekk í morgun boð um at ein maður koyrdi ávirkaður, men tá løgreglan kom á staðið var hann farin útav vegnum.

Maðurin var illur í sær, tá løgreglan kom á staðið. Tað vísti seg at maðurin hevði latið skot av byrsu fyrr á degnum, og maðurin varð handtikin.

Maðurin, sum er miðskeiðis í 20'unum, verður tó ikki framstillaður í grundlógarforhoyri, tí ákæruvaldið metur ikki, at nóg stór hóttan var í tí, sum maðurin gjørdi, og stostatt er grundalag ikki fyri at fongsla hann.

Hann verður tó ákærdur fyri at hava koyrt fullur og fyri at hava latið skot av út gjøgnum vindeygað í húsinum. Kristina Christiansen, vakthavandi greiðir frá. 

Boð eftir løgregluni í Havn

Í gjárkvøldið vóru boð eftir løgregluni at koma til eitt skeinkingarstað í Havn, har ein 22 ára gamal maður hevur tikið kvørkratak á ein av durðavørðunum.

Durðavørðurin hevði givið unga manninum boð um at fara út, tí hann var ov fullur. Ungi maðurin tók so fast kvørkratak, at durðavørðurin fekk ikki luft. Hann megnaði tó at skræða seg leysan frá manninum.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at sjónlig merki eru á hálsinum hjá durðavørðinum eftir takið. 

22 ára gamli maðurin varð handtikin, og svevur nú rúsin av sær í einum kliva í Klaksvík. Løgreglan kannar málið sum eitt harðskapsmál.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858