Meg minnist

Meg minnist: Knút Vesturdal (4:5)
25-01-2015
Jógvan Arge hittir Knút Vesturdal á Eiði. Fjórða sending

Knút Vesturdal fekk í 1965 starv hjá Landsverki sum vegaumsjónarmaður. Har var hann til 2006. Arbeiðið var bæði nýgerð, vegarøkt og kavagrevstur.

Ofta var hart og vandamikið at halda vegirnar opnar millum hægstu fjøll í Føroyum. Ringast í Eiðishaganum og eystanfyri Skarðið, men stundum eisini drúgt at grava út á Oyrar. Leitað varð stundum eftir fólki, sum hevði lagt á vegirnar og fjøllini við bili í ringum líkindum.

Í 1982 fekk Knútur álvarsligan skaða í táðum veðri á veg úr Funningi til Eiðis. Ein hvirla tók bilin 150 metrar gjøgnum hagan. Knútur varð slongdur úr og fekk bilin niður á beinini.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023