- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
33 ára gamli Jóhan Jógvansson hevur verið bóndi í Dúgvugørðum síðani 2011. Hann hevur síðani fest ein garð í bygdini afturat, Svartá fyri niðan. Og hann hevur nú søkt um at fáa tann triðja garðin í bygdini, Kvíggjarhamar, har bóndafólkini hava kastað frá sær. Eydnast tað, hevur Jóhan tilsamans 700 áseyðir.
Spildurnýggja bóndakonan í Dúgvugørðum, Sonja Dalsgaard Nolsøe, heldur, at Saksun er eitt framúr spennandi pláss og hon sær stórar møguleikar í ferðavinnuni, ið eigur at vera eitt gott ískoyti hjá garðinum.
Magnus Pauli og Ena Dahl-Olsen hava verið bóndafólk á Kvíggjarhamri hesi seinastu 20 árini. Í desember tóku tey so avgerðina um at gevast og lata garðin frá sær. Familjan býr nú í Streymnesi, har tey eru byrjað eitt nýtt lív.
91 ára gamli Magnus Joensen, sum var bóndi í Dúgvugørðum í mong ár, minnist mangt og hvat.
Og so støkka vit eisini inn á gólvið hjá Gurli og Páll Svartá, ið eru bóndafólkini á festinum Svartá fyri uttan. Páll greiðir millum annað frá fólki, ið eru komin illa fyri úti á lónni. Og Gurli skilir ikki, hví fólk ikki trívast í Saksun, tí her er gott at vera.