- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongur framá at gera Viðareiðistunnilin
05.03.2015 - 13:42
Innlendis›Samfelag
Gongur framá at gera Viðareiðistunnilin
Borurin er nú komin 700 metrar inn í fjallið, og um fimm mánaðir er hol ígjøgnum til Viðareiðis. Samlaða vegalongdin verður umleið fýra kilometrar
Arbeiðið at gera bergholið til Viðareiðis gongur framá. Nakrir trupulleikar hava tó verið, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, ið ger tunnilin saman við einum norskum felagi.
Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar. Ferðslutøl frá 2012 siga, at í miðal koyra 432 bilar um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2014 er talið komið upp í 510 bilar, verður mett.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV