Góðan morgun Føroyar

Fólk við serligum tørvi kunnu nú taka miðnámsprógv
11-03-2015
Stundentaskúlin á Kambsdali bjóðar eina serbreyt, sum gevur fólki við serligum tørvi at nema sær útbúgving og harvið eitt miðnámsskúlaprógv

Sum nakað nýtt og sum ein liður í at veita ungum við serligum tørvi fleiri skúlatilboð, er nú møguleiki fyri at søkja inn á serbreyt í miðnámsskúlunum á Kambsdali.

Serbreytin er serliga ætlað næmingum við serligum tørvi, sum hava tørv á eini serliga skipaðari skúlagond, sum tekur støði í einstaka næminginum.

Serbreytin er ætlað komandi skúlaár at hýsa 8 næmingum og verður skipað sum 4 ára skúlagongd. Starvsfólkatoymi við serkunnleika undirvísa og stuðla næmingunum á serbreytini. 
Undirvísingin verður bygd á læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin, har dentur er lagdur á at klára seg í dagliga lívinum, at læra ymiskt bókmentaligt og/ella listaligt, teldunýtslu og handaligt arbeiði.

Afturat hesum so bjóðar studentaskúlin á Kambsdali eina sera lestarvegleiðing nú fram til at freistin at søkja inn á skúlan er úti 15 mars. 

Vegleiðingartænastan er uttanfyri vanliga arbeiðstíð og skúlatíð. Tað verður vegleitt gjøgnum telefon, kjatt og teldupost.  Hetta tí at lestrarvegleiðarar á hvørjum ári uppliva at fólk hava sera nógvar spurningar, tá ein yrkisleið ella fak skal veljast. 


Hoyr Óla Wolles, umsitingarleiðara greiða frá serbreytini og Hannu Jensen, lestrarvegleiðara greiða frá nýggju vegleiðingartænastuni. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024