- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tey vanligu ráðini, tá tú skalt halda ein fyrilestur eru, at tú ikki skal lesa úr pappírinum, men vera leysur av pappírum.
Men LeikRead festivalurin er eitt norðurlendskt samstarv, sum setur spildurnýggja leikritið í miðdepilin. Leikritið, sum leikarar og leikstjóri bert hava vant 2 x 4 tímar saman.
Fantastiskt at uppliva seks spildurnýggj leikrit
Rakul Thomsen, samskipari, sigur at hetta er ein einastandandi uppliving og ein møguleiki hjá fólki at uppliva byrjanina í tilgongdini, tá ein leikur skal setast upp.
Tó so leggur hon afturat at fólk koma ikki at standa og lesa púra óvitandi um, at áskoðarar eru í salinum. Hetta eru hóast alt sjónleikarar, sum koma at framføra.
Les meira her um LeikRead festivalin her, sum er nú fríggja- og leygarkvøldið. : http://www.maf.fo/news-leikread+2015.htm
LeikRead festivalurin er eitt ókeypis tiltak og tað ber væl til at bert síggja/hoyra tað eina leikritið.