- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Familja og besti vinmaður: "Jógvan vinnur"
27-03-2015
Tey eru samd um, at hann fer at vinna í kvøld. Tó halda tey at hann longu hevur vunnið, tí hann kom í finaluna
Eg veit hann fer at vinna, sigur mostir Jógvan, Marjun Erlingsdóttir. Hon heldur at besta framførslan hjá Jógvani fer at vera í kvøld.
Besti vinmaðurin hjá Jógvani heldur at um tað ikki eydnast Jógvani at vinna, so kann hann fara haðani við upplyftari pannu. Jógvan hevur longu víst hvør dugur er í honum, og hann hevur víst at hann er ein maður. Hóast hann hevur verið fyri atfinningum og órættvísi, so hevur hetta ikki fingið Jógvan í tað reyða feltið.
Hoyr samrøðuna við Marjuna Erlingsdóttir, mostir Jógvan, Jaspur Jan Olsen, vinmaður hansara og Mirjam Hansen, systkinabarn Jógvan.
Her er Jógvan sum smádrongur, Marjun Erlingsdóttir eigur myndina.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024