Vinnan undrast á arbeiðshátt

30.03.2015 - 13:06
Innlendis
Vinnan undrast á arbeiðshátt
Fiski- og alivinnan undrast á arbeiðsháttin hjá landsstýrinum. Tær báðar vinnurnar skulu gjalda 95 mió. kr. afturat til landshúsarhaldið næsta ár

Fiski- og alivinnan skulu gjalda 95 mió. meira til landshúsarhaldið. Tað vóru boðini frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, tá hann legði fíggjarkarmarnar fram leygarmorgunin.

- Men hetta er ikki rætti mátin at gera tað uppá, sigur Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, vil ikki gera samrøðu við útvarpið, men sigur í stuttari viðmerking, at hann roknar ikki við nakrari broyting, tá tað kemur til gjøld á alivinnuna.

- Vit fingu álagt ein eykaskatt eftir eina drúgva tilgongd fyri einum ári síðani, og tá fingu vit at vita, at hetta skuldi vera galdandi í rúma tíð.

Vinnan hevur brúk fyri tryggum kørmum, og eg vænti ikki, at nakrar broytingar verða í hesum, sigur Regin Jacobsen.

Regin Jacobsen leggur afturat, at alivinnan skal gjalda 2,5 prosent í skatti fyri aliloyvini, og haraftrat eitt hálvt prosent av umsetninginum í eykaskatti.

Partafelagsskatturin er 18 prosent, so tilsamans skal alivinnan gjalda millum 23 og 25% í skatti, sigur Regin Jacobsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585