- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Millum teirra, sum í dag búleikast í Sørvági, er 106 ára gamli Theodor Thomassen. Hann er elsti føroyingur, ið nakrantíð hevur livað. Kortini er hann framvegis bæði nærverandi og skemtingarsamur, og minnið er gott. Vit vitja hann heima hjá dóttrini Lisu, har hann hevur búð tey seinastu árini. Vit hitta eisini abbadóttrina Janu Egholm, ið hevur ógviliga stóra virðing fyri abbanum.
Í Verkhúsinum í Sørvági arbeiða m.o. Esther Marie Joensen úr Leirvík og Magnus Sørensen úr Havn. Tey greiða frá sínum arbeiði, og vit hitta eisini pedagogarnar Beintu Henriksen og Irdi Thomassen. Í Verkhúsinum hava tey m.a. gjørt ymist til Country Festivalin í Sørvági.
Í 2012 fekk Sørvágs skúli virðisløn sum ársins grøni stovnur. Skúlin brúkar onga olju, tí hitin kemur úr sandinum og sjónum. Skúlastjóri er Jóhannis Joensen og vit hitta eisini Maud Joensen, sum býr í Danmark, og støkkur inn á gólvið í skúlanum í heimbygdini.
Gamla pakkhúsið og handilin hjá Margret og Hugo Fjørðoy lata í mai upp sum Café Fjørðoy og Guesthouse Hugo. Maria Samson og Kent Christensen hava keypt húsini og gera nú klárt. Í miðhæddini, har Margret hevði handil, verður kafé og á loftinum verður gisting.
Á sandinum í Sørvági taka tey landfisk ella langskel, sum tað eisini verður rópt. Tað er serliga um páskatíðina, tá streymurin er harður og sandurin stórur, at heilar familjur fara út á sandin at taka landfisk. Ymiskt er hvussu tey gera hann til.
Gjøgnum sendingina greiðir fróðarmaðurin Høgni Nielsen frá ymiskum viðurskiftum í Sørvági, har hann hevur búð í mong ár. Høgni er annars ættaður úr Sandavági.