Stóran týdning, hóast peningurin ikki røkkur til

16.04.2015 - 14:03
ListLeiklist
Stóran týdning, hóast peningurin ikki røkkur til
Tær 150.000 krónurnar frá Mentamálaráðnum eru bara ein lítil brotpartur av tí, sum nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá kostar at gera

Pengarnir hava sera stóran týdning fyri verkætlanina, sigur Ingun í Skrivarastovu, sum eigur felagið Fish and Film, ið framleiðir nýggja filmin hjá Sakaris Stórá.

Pengarnir úr Mentamálaráðnum fara at gera tað lættari at fáa onnur at stuðla filminum, sigur Ingunn í Skrivarastovu.

Filmurin hjá Sakaris Stórá fekk størstu játtanina, tá Mentamálaráðið mikudagin kunngjørdi, hvørjar 19 filmsverkætlanir fáa stuðul á filmsjáttanini hjá ráðnum.

Eftir ætlan verður nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá frumsýndur í februar komandi ár.

Myndin ovast er frá upptøkunum til nýggja filmin, "Dreymurin við havið", hjá Sakaris Stórá.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585