Meg minnist

Meg minnist: Óli Nielsen (1:2)
19-04-2015
Jógvan Arge hittir Óla Nielsen í Havn, ið sigur frá pápa sínum, prestinum og politikkaranum, Jóhan Nielsen. Fyrra sending

Í tveimum sendingum fara vit at umrøða prestin og fólkatingsmannin Jóhan Nielsen f. 1919.

Hann vaks upp undir Heygnum í Sandvík. Sigldi bæði við farmaskipum og slupp, men fór í land, tá hann fekk tuberklar í 1937.

Í 1942 fór Jóhan á skúla í Havn og tók studentsprógv í 1946. Síðani til Keypmannahavnar at lesa guðfrøði. Hann giftist donsku Birthe.

Í 1956 varð hann biðin til prest í Klaksvík. Í 1960 valdi javnaðarflokkurin hann á fólkating. Har fekk hann mangar myntir fyri hepnar viðmerkingar.

Jóhan hevði sjálsdama góðar talugávur og honum nýttist sjáldan handrit.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023