Nútíðarmaðurin er ein tuflað bløka

20.04.2015 - 09:50
Lívsstílur
Nútíðarmaðurin er ein tuflað bløka
Um menn ikki skjótt sláa nevan í borðið, so vendist ikki aftur, sigur danski reyparin, Mads Christensen

- Í fleiri túsund ár hevur maðurin verið framman fyri kvinnuna, men eftir bara nøkrum fáum árum hevur maðurin tapt dystin, sigur Mads Christensen. 

Tann rætti maðurin er ikki til longur. Maðurin er í dag ein tuflað bløka, sum bara gongur og sigur orsakað og torir ikki at hava eina meining um nakað.

- Dagsins kvinna hevur yvirhálað mannin. Tær hava hægri útbúgving enn menn, betri arbeiði enn menn og fleiri tjena meiri pengar enn menn, sigur Mads Christensen.

Og tað er kvinnan, ið hevur hevur evnað hesa ónyttuna av einum manni til. 

- Í veruleikanum vil hon hava ein rættan mann, sum torir at siga henni, hvar skapið skal standa. Men uppalingin og nútíðar samfelagið hevur evnað eina ónyttu av einari tuflari bløku av einum manni til. So hon hevur sjálv skylduna av støðuni, sigur Mads Christensen.

Danski skrøggarin heldur, at um maðurin ikki skjótt slær nevan í borðið, so er ongin vegur aftur fyri nýmótans taparamannin. 

Lurta eftir samrøðuni við Mads Christensen her. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584