Ynski at føroyingar taka havrógving til sín

20.04.2015 - 23:10
Lívsstílur
Ynski at føroyingar taka havrógving til sín
Tað sigur Livar Nysted, um hví hann hevur boðið føroyingum at rógva úr Skotlandi til Føroyar í Juli. Bert eitt pláss er eftir til havrógvingartúrin

Tað var í novembur í fjør at Livar Nysted skrivaði á sín facebook vanga, at hann bjóðaði føroyingum við sær í Avalon at rógva millum Skotland og Føroyar. 

Enn er ikki endaliga avgjørt hvussu teinurin og avbjóðingin verður skipað, men áhugin hevur verið stórur. 12 mannfólk hava meldað seg og nú er ert pláss fyri einum føroyingi afturat.

 

Áhugin er eisini stórur í Skotlandi, og tískil verður møguliga róð kapp millum londini sigur Livar Nysted smílandi.


Livar Nysted sigur at tað er ein torfør uppgáva hjá nógvum at liva í dagar í einum lítlum báti saman við øðrum. Man fer jú á ves har sum hini eru, man svevur lítið og komforturin er ikki góður. Men tey allar flestu venja seg við slíkar umstøður sigur Livar.

 

Fimm guinness og so ein einfaldur teinur

Man skal rógva hav um man bert ger tað fyri at koma á mál, ella um man ger tað, so kemur man ikki á mál, sigur Livar. Hóast hann hevur sett heili fimm guinness met, so er hevur hann bert skipað fyri hesum teininum fyri at vekja ein áhuga og tí hann gleðir seg at royna hetta saman við føroyingum. 

Her eru fýra av fimm Guinness heiðursbrøvum hjá Livari

 

Hetta er eitt dømi um matin, sum verður etin umborð á Avalon. Hetta verður kókað.

 

 

Hoyr samrøðuna við Livar Nysted omanfyri

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887