- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Vilhelm Johannesen, sum er vaksin upp og framvegis býr í Víkunum, veit nógvar søgur úr býlinginum. Millum annað um teir báðar, ið stovnaðu fyritøkuna Joensen & Olsen. Teir vóru ógviliga ólíkir.
88 ára gamli Mourentius Rensistein, vanliga nevndu Ressi, er ein av teimum mongu, ið fluttu til Klaksvíkar úr teimum smærru bygdunum í Norðoyggjum. Í Vìkunum hevur hann trivist væl. Kortini hugsar hann nógv um heimbygdina Hattarvík.
Una Olsen, sum hevur klippistovu í handlinum hjá Joensen & Olsen, greiðir frá ommu sínari, Monu á Spinnarínum, sum setti ein serliga dám á býlingin.
Unnur Didriksen Lassen er ættað av Válinum í Vestmanna og hevur búð í Víkunum í 14 ár. Hon trívist væl í Klaksvík og í Víkunum, og hon heldur, at Norðoyatunnilin hevur gjørt tað lættari at búgva í Klaksvík.
Roykstovan er eitt eyðkenni fyri býlingin í Víkunum. Her hevur Sigurdur Tór Ottósson, vanliga nevndur Sigtór, selt øl og mat í nærum 30 ár. Upprunaliga kom hann til Klaksvíkar at arbeiða á Kósinini, sum mátti fáa arbeiðsmegi uttan ífrá.
Niels í Horni (Niels Johannesen) býr í ættarhúsunum í Horni, har hann eisini málar. Tað eru serliga amerikanarar, sum koma til Klaksvíkar, ið støkka inn á gólvið hjá Niels. Føroysku fjøllini og tey gomlu húsini við flagtekju og alt tað serføroyska geva honum íblástur til málningarnar. Í sendingini greiðir Niels frá einum serligum málningi, har hann hevur málað eina hending, ið síðani gjørdist veruleiki.