- Eg hevði altíð ringa samvitsku

04.05.2015 - 10:53
Lívsstílur
- Eg hevði altíð ringa samvitsku
- Sonurin slapp ikki á spælaralistan orsakað av míni fíggjarstøðu, sigur Maud Wang Hansen, sum í 10 ár var sera sperd fíggjarliga

Hon hevði ikki ráð til at betala fótbóltslimagjaldið hjá soninum, kundi ikki keypa alt tað familjan hevði fyri neyðini, og so var hon noydd til at fara í grind, hóast hon ikki visti, hvussu hon skuldi bera seg at. Annars blivu tað tað færri døgurðar.


Í 10 ár var gerandisdagurin hjá Maud Wang Hansen merktur av, at hon hevði ógvuliga torført við at fáa endarnar at røkka saman. Maud var tá stakur uppihaldari við trimum børnum.


- Eg var noydd til at raðfesta, hvørjar rokningar blivu betaldar til tíðina, og tað gjørdi, at eg altíð gekk við ringari samvitsku. Til dømis valdi eg at betala húsaleigu heldur enn limagjaldið til fótbóltsfealgið, har sonurin spældi, og tí slapp hann ikki við á spælaralistan, sigur Maud Wang Hansen.


Leygarkvøldið, tá átakið "Meðan vit bíða" var í Norðurlandahúsinum, tosaði Barbara Holm við Maud Wang Hansen um, hvussu hon hevur upplivað tíðina sum fátøk í Føroyum.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652